Allir teir tríggir føroysku landsliðsspælararnir vóru millum teir fyrstu ellivu í heimasigrinum á Fram. Valur í bestu íslendsku fótbóltsdeildini spældi í kvøld á heimavølli grannauppgerð ímóti Fram.
Heimaliðið hevði fleiri royndir ímóti málinum enn gestirnir, men tað gekk striltið at fáa mál.
Tað restaðu tveir minuttir, tá ið Valur skoraði einasta málið.
Jónas Tór Næs og Pól Jóhannus Justinussen vóru vongverjar hjá Vali, og Christian R. Mouritasen var millum teir framrættaðu.
Tíggju minuttir undan leikloki varð Christian R. Mouritsen skiftur út, og Jónas og Pól Jóhannus vóru á vøllinum alla tíðina.
Eftir fimm umfør er Valur á triðja plássi við níggju stigum.
Jónas, Pól Jóhannus og Christian eru allir boðsendir í sambandi við landsdystirnar á Svangaskarði í næstu viku.