Grundlógardómstólurin í Teilandi fríkendi í gjár Demokratiska Flokkin fyri allar ákærur um valsvik á tjóðartingsvalinum fyri einum ári síðani. Harafturímóti kom dómstólurin til ta niðurstøðu, at fyrrverandi stjórnarflokkurin TRT var sekur í valsviki, og tveir limir í flokkinum vórðu dømdir fyri at hava goldið einum valnevndarlimi mutur. Tað var fyrrverandi forsætisráðharrin Thaksin Shinawatra, sum stovnaði TRT-flokkin, men grundlógardómstólurin sigur, at flokkurin skal takast av, og at leiðandi flokslimir so sum Thaksin Shinawatra skulu halda seg burtur frá øllum politiskum arbeiði í framtíðini.