Valevni í Keypmannahavn bjóðar til føroyingakvøld

Tað eru fleiri valevni í Danmark, sum málrættað royna at fáa sín boðskap út til Føroyingar í Keypmannahavn.

 

Har ímillum er Bo Sandberg, sum stillar upp fyri Socialdemokratarnar. Hann hevur umvegis Facebook bjóða fleiri hundrað føroyskir útisetar til tað hann nevnir føroyingakvøld í Føroyahúsinum.

 

Á skránni eru føroysk mentanartiltøk, umframt tónlistarlig tiltøk. Tað sigur Bo Sandberg á Facebook.

 

Har sigur hann eisini, at hann sjálvur er hálvur føroyingur.