Valdspyramidan í Føroyskum Politikki - Forðingar og Amboð

- Sambært Wilmu Rule, amerikanskum valgranskara, hava kvinnur kjans í valskipanum, har hvør flokkur fær fleiri fólk vald í hvørjum valdømi, sigur Bergtóra Hanusardóttir, forkvinna í Kvinnufelagnum í Havn

Í 1982 kannaði ameri-kanski samfelagsgranskarin Wilma Rule framgongdina hjá kvinnum í politikki í 23 demokratiskt stýrdum londum og sá, at tað við ávísari valskipan bar til hjá kvinnum at vinna sær javnstøðu so toluliga skjótt, meðan aðrar skipanir høvdu so stórar forðingar innbygdar, at einki vanligt stríð kundi hjálpa kvinnum á mál har.
Høvið at kanna eftir, hvussu viðurskiftini vóru í Føroyum á hesum øki, beyðst undirritaðu fyri skjótt 14 árum síðani. Smyril var afturkomin av Nordisk Forum í Oslo við 200 kvinnum, sum við tann spentar ál fóru í teir politisku skógvarnar. Tað vóru bæði løgtingsval og kommunuval seinni hetta sama heystið, og kvinnur stillaðu upp bæði á flokkslistum og á kvinnulistum.
Úrslitið var, at kvinnuliga umboðanin trífaldaðist á tingi og meiri enn tvífaldaðist í bý- og bygdaráðum. Ein stórur sigur sum bygdi á nógv stríð, men kortini: hví bara frá trimum og fimm prosentum til ávíkavist 9 og 11, tá ið prosentparturin sambært kynsbýtinum kundi verið umleið 50?
Hetta fyribrigdið var viðgjørt í Kvinnutíðindum í 1989 og vísti tað seg, at bæði serføroyskar og heldur enn ikki globalar forðingar gjørdu seg galdandi. Hetta eru sostatt ikki nýggj tíðindi, hóast tey enn eru óforloyst og tískil viðkomandi.

Fyrra forðingin, tann globala, lá
1)hjá politisku flokkunum, ið ikki í nóg stóran mun megnaðu at fáa sínar egnu kvinnur á listarnar,
2)hjá kvinnum, sum ikki hættaðu sær undir uppgávuna og
3)hjá veljarunum, sum ikki høvdu hug, álit ella dirvi til broytingarnar, sum stóðu í boði.

Av teimum uppstillaðu vóru 15 % kvinnur, ið fingu 10 % av atkvøðunum og 9 % av tingsessunum.

Onnur forðingin, tann serføroyska, snúði seg ikki bara um
4)at annað kynið var fyri vanligum biologiskum vanbýti, tí her var
5)øll samfelagsskipanin uppií: bústaðarmynstur, religión, gomul mentan og lógarverkið.

Hyggja vit eftir valdømunum, so eru 2 kanska 3 sløg.
6)Norðuroyggjar og Suðurstreym hava flestu fólkini í hvør sínum býi, meðan restin býr í smábygdum við avmarkaðum atkvøðutali ? og har høvdu allir flokkar kvinnur á listunum.
7)Eysturoy og Suðuroy, ið eru eitt sindur størri og
8)Norðstreymoy, Vágar og Sandoy, ið eru nakað minni høvdu kortini so mikið í felag, at uppstillingarmynstrið var tað sama.

Fólk búgva spjadd í fleiri bygdum, sum eru á leið líka stórar. Eyðsæð mátti hvør bygdin hava sín mann fyrst, skuldu flokkarnir fáa atkvøður - og talið av valevnum rakk bert í einstøkum førum til eisini at umfata kvinnur.
Føroyar eitt valdømi.
Sambært Wilmu Rule hava kvinnur ein kjans í valskipanum, har hvør flokkur fær fleiri fólk vald í hvørjum valdømi. Tey sum kenna føroysku vallógina vita at so verða bara fáar kvinnur valdar her. Og hugsa vit um glastakið, tey 36 prosentini sum sambært kynsgranskarum skulu til fyri at kvinnulig umboðan av álvara kann muna, so er eisini tað eitt argument fyri hugskotinum at gera Føroyar til eitt valdømi.

Onnur amboð.
Kvinnuflokkur ella kynskvoteringar av ymsum slag kundu verið onnur amboð í stríðnum fyri javnstøðu í politikki, men beint nú er í so máta lítið annað at gera uttan
9)í teimum størru valdømunum at velja kvinnu og
10) í teimum smærru antin at velja ta kvinnuna sum vónandi er á listanum heldur enn sambygdarmannin - ella kvinnuna á øðrum lista heldur enn mann á sínum egna.

At hetta seinna júst er so trupult, sum Wilma Rule í sínari tíð vísti á, fyri ikki at siga júst er so vónleyst ella tápuligt sum strategi her hjá okkum, tað mátti skjótt verið greitt fyri teimum flestu.
Stríðið fyri javnstøðu, menning, frælsi og friði er samstundis stríð ímóti eyðræning, dálking, harðskapi og kríggi.

Greinin hjá Bergtóru er av heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini www.javnratt.fo