Í gjár fylti Peter Seloy, brandmeistarin í Havn, 50 ár. Petur Seloy tók við sum brandmeistar fyri umleið fýra árum síðani.
Hóast dani, so er Petur Seloy kortini føroyingur, tí bæði mamma og pápin hava føroyskan uppruna.
Pápin, Knút, er sonur Valborg hjá Knút, gamla Knút, tann kendi skómakaranum í Havn, ið hevði skógsmiðju í Arnes Minde í Bringsnargøtu. Hann var ættaður úr Funningi.
Peter Seloy var brandinspektørur í Kalundborg, áðrenn hann kom til Føroya í 1997.
Nógv er hent á brandstøðini í Havn hesi seinastu árini. Nógvir bilar og nógv útgerð er skift, tí tann gamla var niður slitin, og býráðið játtaði ikki nógvar pengar til hesa útskifting knøppu árini fyrst í nítiárunum.
Til 50 ára dagin hjá brandmeistaranum høvdu sløkkiliðsmenninir gjørt sítt ítarsta til at fáa gamla Triangel sløkkiliðisbilin frá tríatiárunum at koyra aftur. Hesin bilur kom til Føroya í 1962, men hann hevur ikki koyrt tey nógvu seinastu árini.
Fyri nøkrum árum síðani játtaði Tórshavnar býráð tó pengar til at seta bilin í stand fyri, og hava m. a. næmingar á Tekniska skúla í Havn umvælt motorin. Smiðir á brandstøðini hava staðið fyri plátu- og málaraarbeiðinum annars.
Nú bilurin aftur er komin at koyra, hevur hann fingið somu nummarplátu sum hann fekk í 1962, nummarið Fø 2.073.
Bilurin var longu um tríati ára aldur, tá hann varð keyptur til Føroya í 1962. Men talan er um ein serligan bil, hann er dansktbygdur Triangel, og er helst tann einasti brandbilur av sínum slag, sum er varðveittur í ríkinum.
Í gjáramorgunin kundu so havnarborgarar síggja gamla bilin ? við flagginum við áskriftini »útryknin« koyra gjøgnum býin við øllum hinum sløkkiliðsbilunum aftanfyri.