Tey avvarandi hjá amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston, sum doyði 11. februar í ár, hava fingið vaktir at ansa eftir grøvini, har kistan við Whitney Housten liggur. Harafturat umhugsar familjan at stoypa kistuna inn í sement.
Orsøkin til hetta er, at tey avvarandi bera ótta fyri, at tjóvar kunnu ræna eitt nú eina diamantbrosju og tilhoyrandi oyralokkar, sum I Will Always Love You-stjørnan hevur á í kistuni.
Legandariska songkvinnan er jarðað á Fairview Cemetery í Westfield, sum liggur í New Jersey. Tað sigst, at kistan, sum Houston liggur í, er prýdd við nógvum gulli, og at Houston sjálv hevur smúkkur á sær, ið hava eitt virðið á tilsamans eina hálva millión dollarar.
Tað hava verið so mikið nógvir fjepparar og hugt at grøvini, at gravarstaðið nú er blivið afturlatið fyri almenninginum.
Whitney Houston bleiv funnin deyð í einum baðikari á Beverly Hills Hotel 11. februar 2012. Sambært læknum druknaði hon í einum óhappi á baðiverilsinum, men kanningarnar vístu eisini, at hon var ávirkað av narkotika, alkoholi og heilivági.