Ein bólkur við Gunvá við Keldu, Karl Hera Joensen og Hans Hjalta Skaale hevur gjørt av, hvør vakrasti urtagarður er, og fríggjadagin verður tað avdúkað fyri almenninginum, hvør hesin urtagarðurin er.
Tríggir borgarar í Klaksvík hava fingið at vita, at teirra urtagarður telist millum tríggjar teir vakrastu í býnum, og á móttøku í Býráðshøllini fríggjdagin verður avdúkað, hvør teirra skal heiðrast sum tann vakrasti í ár.