Eftir eina álvarsama ferðsluvanlukku varð staðfest, at 33 ára gamli Carlos Camejo frá Venezuela var deyður á staðnum. Líkið var flutt á sjúkrahúsið, og ringt var eftir konu hansara, so hon kundi koma at eyðmerkja líkið.
Men tá patologurin byrjaði obduktiónina, og skar fyrsta skurðin í andlitið á ?líkinum?, vaknaði Carlos aftur. -Pínan var heilt óbeskrivilig, og hon vakti meg aftur, sigur Carlos, sum nú bæði hevur obduktiónspappír og ein stóran skurð í andlitinum. Størsta skelkin fekk kona Carlos, sum var á veg at eyðmerkja líkið av manninum, tá møtti honum í hospitlas-gongini.
Enn er eingin frágreiðing komin av sjúkrahúsinum, og óvist er, um Carlos fer at saksøkja sjúkrahúsið.










