Soleiðis segði Jógvan Páll Lassen, advokatur, við Sosialin í 2016, tá blaðið hevði tema um vakmyndatól.
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, segði við útvarpið í gjár, at fer ikki at arbeiða víðari við málinum um at loyva Tórshavnar kommunu at seta upp vakmyndatól í býnum sum fyribyrging fyri harðskapi um næturnar um vikuskiftini.
Í morgun legði Kaj Leo Holm Johannsen, løgtingsmaður og fyrrverandi løgmaður seg út í kjakið. Hann er ikki í iva, vit skulu hava vakmyndatól í býnum nú, sigur hann.
– Vit hava givið loyvi til vakmyndatól, um onkur hevur gloymt at gjalda fyri brennievni, men um eg verið sorlaður sundur í býnum, so hevur tað minni týdning, at vit prógvað tað, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Við Sosialin í 6. mai í 2016 segði Jógvan Páll Lassen millum annað soleiðis:
– Um tú gongur fullur runt í býnum eitt kvøld, so kanst tú vænta at síggja tað á Facebook eina løtu aftaná.
Hann helt, at vakmyndatól í býarlívinum ikki gera seg inn á privatlívið hjá borgarum.
Hinvegin segði táverandi løgtingsformaðurin, Páll á Reynatívu, at vakmyndatól er eitt sjúkraeyðkenni:
– Tað er onkursvegna eitt afturstig fyri mannaættina. Vit hava roynt at ment okkum sum samfelag í túsundtals av árum, og skal man koma hartil, at vit í 2020 mugu hvør í sínum lagi seta myndatól upp, ið filmar hvønn annan 24 tímar um døgnið, er talan um eitt stórt afturstig fyri okkum sum samfelag, segði hann.
TRÝSTIÐ HER fyri at lesa temaið um vakmyndatól, sum varð prentað í Sosialinum 6. mai í 2016:
##med2##
##med3##
##med4##