Elisabeth og Guðrið er aftur í ár á Voxbotn.
- Hetta er eitt perfekt stað, at hava eitt tónleikatiltak. Lítið og intimt, við fleiri caféum runt, har ein kann fáa sær okkurt at eta og drekka og slappa av, meðan tónleikurin er.
- Her er bara so hugnaligt og stemningurin er altíð góður, siga tær.
Tað er ikki tónleikurin, ið dregur tær. Tað gerst eyðsæð, tá eg spyrji, hvønn tey gleða seg mest til at hoyra í kvøld. Tær vita snøgt sagt ikki heilt, hvør verður á pallinum. Eftir at hava hugsað seg um eina løtu, kemur tó eitt svar.
- Byrta gleða vit okkum at hoyra og Swangah má man sjálvsagt hoyra eisini.