Fjarlestrardepilin í Vági er nú vorðin partur av norðurlendskum netverki, sum bjóðar út masterskeið í projektleiðslu. Vágs Kommuna sigur, at talan er um fýra stakskeið á master-stigi, sum tilsamans geva 30 ECTS. |
- Útbúgvingin er øll fjarlestur, tað vil siga, at øll útbúgvingin verður tikin við fjarlestri, uttan at møta upp á útbúgvingarstovni.
Tey fýra skeiðini eru:
- Praktiska projektleiðslu
- Modellir og metoda í projektum
- Leiðsla og projekt
- Forretningsstrategi og IT-projekt
Vágs Kommuna vísir á, at skeiðini kunnu takast hvør sær og at tað skal søkjast um upptøku á hvørjum av teimum fýra skeiðunum.
Tvey av skeiðinum byrja í heyst og hini bæði beint eftir ársskiftið, og tey eru ókeypis, sigur Vágs Kommuna.











