Í løtuni eru tvey ísfiskalínuskip á Íslandsrygginum. Skipini, sum fáa mest av toski og svartkalva, koma væntandi inn at landa síðst í næstu viku.
- Eitt línuskip er á Føroyabanka, og eitt er norðan fyri. Skipini, sum væntandi koma inn at landa fyrst í næstu viku, fáa mest av hýsu og longu.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at tvey frystilínuskip eisini koma inn at landa í næstu viku. Skipini hava mest av tosi og so nakað av skøtu og kalva.
Vit gita, at hesi seinast nevndu eru frystilínuskipini, Klakkur og Eivind, sum byrjaðu túrin á Flemish Kap, men endaðu í føroyskum sjógvi, tí kvotan á Flemish Kap var ikki upp í fulla last.
Trý føroysk frystilínuskip fiska føroysku kvotuna á Flemish Kap í ár. Umframt Klakk og Eivind, er eisini frystilínuskipið Jógvan I á Flemish Kap.
Í løtuni eru eisini onnur føroysk frystilínuskip undir Føroyum og royna.
Um útlitini til útróður í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag, at streymurin verður hampiligur, og veðrið sær út til at gerast brúkiligt í vikuni.
- So, vit rokna við, at nakað verður av útróðri, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur, verður lagt aftrat.