Mjørkin darvar framvegis flogferðsluni, men hann boðar frá regni, og tí verður roknað við, at tað fer at klárna.
Flogfarið úr Billund, FL1471, flýgur í løtuni í ring vestan fyri Sandoynna og bíðar eftir einum skoða. Flogfarið, sum skuldi koma úr Keypmannahavn í gjárkvøldið endaði í Keflavík. Tað er júst farið úr Keflavík og væntast at lenda klokkan 12:15 í Vágum.










