Í langa tíð hevur Irf arbeitt við ætlanini at gera eina nýggja støð í haganum oman fyri Kvívík. Talan er um eina móttøku til tilfar, sum skal tyrvast, men talan er eisini um eitt reinsiverk til evju úr rottangum og eitt tyrvingarpláss.
Og týsdagin var komið so langt, at nyggja støðin varð handað IRF. Tað var í desembur 2019, at IRF og Tórshavnar kommuna gjørdu avtalu um eina felags støð í Nýggjheiðum í Kvívík við tí endamáli at viðgera burturkast, sum skal tyrvast, og til at viðgera rottangaevju. Arbeiðið byrjaði í 2020. Tað er PB Consult, sum hevur verið høvuðsráðgevari, og J&K Petersen hevur staðið fyri byggingini - saman við undirveitarum. Og tað hevur alt gingið eftir ætlan, tí bæði prísur, og tíðarætlan, hava hildið.
##med2##
Nú byggingin er liðug, verður fyrsta tíðin brúkt til at vita, hvussu støðin roynist, men tey vænta, at tað veðrur ikki so leingi til virksemi verður sum ætlað.
Støðin er bygd í Nýggjheiðum tí har er slætt og nógv er gjørt burtur úr at laga verkætlanina so væl til lendið sum gjørligt. Umframt at gera økið klárt at taka ímóti tyrviburturkasti og rottangaevju eru tríggir bygningar á økinum. Ein høll at savna saman tyrviburturkast, eitt reinsiverk til rottangaevju umframt eitt bilhús til rottangabilar.
Nýggja plássið verður mett at kunna nøkta tørvin komandi 30 árini. Hetta skal sjálvandi takast við ávísum fyrivarni tí tað veldst alt um gongdina í samfelagnun og hvussu hetta øki, at fáast við burturkast og endurvinning, fer at mennast hesi næstu árini.