Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland fer í ein sunnan og sendir brúgvaløg inn yvir Føroyar. Fríggjadagin fer eitt lágtrýst í ein landnyrðing og viknar og fer framvið beint sunnan fyri Føroyar. Um vikuskiftið fer eitt annað lágtrýst við bretsku oyggjarnar í ein landnyrðing og dýpist. Lágtrýstið fer síðani víðari inn yvir sunnara partin av Skandinavia. Tilhoyrandi brúgvaløg fara væntandi ikki at røkka Føroyum. Fyrst í næstu viku nærkast eitt nýtt lágtrýst og tilhoyrandi brúgvaløg Føroyum av útsynningi, men koma væntandi ikki inn yvir landið fyrr enn týsnáttina.
Í dag verður lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 2 til 7 m/s. Tað verður fyrst skýggjað og regn í støðum, men sum frá líður klárar í og sólin skínur. Hitin verður millum 12 og 16 stig. Fríggjanáttina verður lot til andøvsgul av landsynningi, 4 til 7 m/s. Fyri tað mesta turt og stundum klárt og hitin um 10 stig.
Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s, sum út á dagin snarar hækkar í ein eystan ella landnyrðing. Mest skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Um náttina verður lot til andøvsgul av ymsum ættum ella norðan, undir 5 m/s. Sum frá líður yvirhøvur turt og stundum klárt. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 13 stig.
Leygardagin verður lot til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s. Sólglottar, men út á dagin møguliga okkurt æl. Hitin um dagin um 12 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.
Sunnudagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, seinni av eystri og landnyrðingi, undir 6 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar og hitin um 12 stig. Um náttina lot til andøvsgul av norðri, undir 6 m/s. Turt og partvís klárt og hitin millum 5 og 10 stig.
Mánadagin verður lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 6 m/s, sum snarar í ein útsynning og sunnan. Fyri tað mesta turt og sólglottar. Um náttina frískar hann vindin og verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 6 til 10 m/s. Tað verður skýggjað og stum frá líður regn av suðri. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.
Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 6 til 10 m/s, sum út á dagin snarar í ein útsynning og øtlar í andøvsgul upp í eins trúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn, út á dagin klárar í og tó okkurt æl. Hitin millum 10 og 14 stig.