Vátasti apríl í 102 ár

Í Bretlandi var apríl tann vátasti í eina heila øld, og summastaðni regnaði tað tríggjar ferðir meiri enn í einum meðalári. Bretsku veðurmenninir siga, at avfallið var 121,8 millimetrar, og tað er tað mesta síðani 1910. Í 2000 regnaði tað næstan líka illa. Tá var avfallið 120,3 mm.

Har suðuri í Onglandi regnaði tað illa um vikuskiftið, og nógvastaðni eru áirnar farnar upp um áarbakkarnar. Í gjárkvøldið ávaraðu myndugleikarnir um vatnflóð har, og ein maður druknaði, tá tað nógva vatnið tók bilin, sum hann var í.