Sjóndepilin skipar í dag fyri einum serligum degi í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Talan er um ein rørsludag, har tey við vanligari sjón, kunnu fáa innlit í verðina hjá blindum og sjónveikum.
Tiltakið í Ítróttarhøllini á Hálsi í dag er fyrst og fremst ætlað námsfrøðingum, lærarum og hjálparfólkum, sum arbeiða við blindum og sjónveikum. Okkurt um 70 fólk hava verið til rørsludagin í dag.
Deildarleiðarin á Sjóndeplinum, Diana á Horn, fegnast um undirtøkuna, ið tiltakið hevur fingið.
- Vit hava bjóðað fólkum, ið arbeiða við blindum og sjónveikum, at luttaka á hesum rørsludegnum, og eg kann ikki siga annað, enn at undirtøkan hevur verið góð, tí okkurt um 70 fólk hava verið og vitjað í høllini, sigur Diana á Horn.
Sjóndepilin fyllir 25 ár í ár, og í tí sambandi skipar depilin fyri ymsum tiltøkum í 2013, har ljós verður varpað á støðuna hjá sjónveikum í Føroyum.
Skrivað hava Arnborg og Jakoba, ið eru í starvsvenjing í Miðlahúsinum









