Vís mær tína tattovering:- Havi hjarta í oyranum

Vís mær tína tattovering Lillian Dalsgaard

Tað er TattFest í sjónleikarhúsinum og tað merkir, at tað eru fleiri føroyingar, sum hava fingið sær tattovering í dag, í gjár og ivaleyst aftur í morgin. 

 

 

Í tí sambandi hevur in.fo spurt nakrar føroyingar um, hvørjar tattoveringar tey hava. Ein teirra er Lillian Dalsgaard, sum hevur fingið sær tvær tattoveringar higartil. 

 

 

Les eisini: Vís mær tína tattovering: Havi fingið mær leyvuna

 

 

Tann eina er í oyranum, sum má sigast at vera eitt heldur sjáldsamt stað. Eitt lítið hjarta prýðir oyra hjá Lillian, og tað fekk hon gjørt í Bulgaria. 

 

 

- Fyri meg symboliserar tað kærleikan til tónleikin og minnir meg á øll tey fantastisku minnini, ið eg havi fingið við at syngja og framføra, sigur Lillian Dalsgaard. 

 

 

Aftrat hesum hevur hon eitt lítið armband við sloyfu á høgra hondlið, sum varð gjørt í Grikkalandi.

 

 

- Fyri meg er hetta fleiri persónlig ting í einum. Eg haldi tað er mest, at tað minni meg á, at óansæð hvussu hart lívið til tíðir kann tykjast, so er lívið ein gáva, og tað minnir meg á at vera takksom fyri alt tað góða, ið eg havi í mínum lívi, sigur Lillian Dalsgaard. 

 

 

Sí eisini video frá TattFest her: Video: Nú gera tey vampyrtenn í Sjónleikarhúsinum