tórbjørn jacobsen
??????
Tað er júka so uppí saman um tað, at Føroyar fóru á húsagang, fyrst í nítiárunum, at ongin orkar at hoyra um tað longur, uttan kanska tey sum kendu ringasta sviðan av hesum, og máttu ganga frá húsi og heimi. Beisknið hjá teimum, ið rýmdu í útlegd, og ikki hættaðu sær heimaftur, hasar neyvan av aftur í bræði heldur.
Danska Fíggjareftirlitið gjørdist ein rættiliga aktivur aktørur í øllum tí sum hendi hesa tíðina. Lá inni við vitalum upplýsingum um støðuna í føroyska fíggjarkervinum, sum heimastýrispolitikkararnir úti í Tinganesi onki vistu um. Ongin lat frætta frá sær. Heimildir skuldu ikki vera fyri tí. Hinvegin varð og verður danska stjørnin áhaldandi kunnað um støðuna í føroysku bankunum og í fíggjarkervinum annars.
Hóast tørvur ikki var á at duga meira enn lítlutabell fyri at skyna á, at kollapsið varð óundansleppandi, so var hendan vantandi kunningin brúkt sum undanførsla fyri, at røttu stigini ikki vóru tikin í góðari tíð, ið kundu havt forðað fyri uppganginum, ið seinri jarðlegði brimgarðarnar um tær búskaparligu Føroyar.
Hetta var eitt afturvendandi tema í fleiri valorrustum, og menn løgdu doyin á, at skil og batar fóru at koma, soleiðis at hetta ikki skuldi henda aftur, ið hvussu er ikki av vantandi kunning, og vitan um støðuna, í so góðari tíð, at borð kundi byggjast fyri báru.
Men tað hendi onki. Flosklar og tómt tos. Valagn og óleskiligar beitur.
Sum fólkatingsmaður setti eg mær fyri at gera nakað við hetta málið. Helt tað vera rættiliga órímiligt, fyri ikki at siga óforskammað, at Føroya Landsstýrið ikki altíð lá inni við somu upplýsingum, um veruligu støðuna í føroyskum peningastovnum, sum danska stjørnin gjørdi.
28. februar 2003 var spurningurin reistur á Fólkatingi og á grækaris-messu sama ári svaraði Bendt Bendtsen, at hann ikki ætlaði sær at gera nakrar broytingar í mannagongdunum hesum viðvíkjandi, og vísti til alt handa slag av forðingum í so máta.
Við góðari hjálp frá einum advokati í Havn snikkaðu vit tríggir, Kuupik Kleist, Lars-Emil Johansen og undirritaði eitt uppskot saman til samtyktar um hetta sama mál. Málið kom fyri á Fólkatingi, men vann ikki frama. Meiriluti var ikki fyri tí.
Men málið var nú reist á røttum staði. Fjølmiðlarnir í Føroyum tóku tað upp til viðgerðar og Anders Fogh Rasmussen segði seinri, at hann var sinnaður fyri, at málið var loyst soleiðis, at føroyingar fingu sama innlit sum danska stjørnin, um støðuna í føroyskum peningastovnum.
Hin oftast skilagóði Bárður Nielsen, onkur væntar, at hann longu eftir valið týsdagin verður nýggjur formaður í Sambandsflokkinum, eftir allar kajtúrarnar hjá Kaj í seinastuni, fór síðani í samráðing við Bendt Bendtsen um málið, og seinri funnu teir báðir eina loysn, sum fyribils sigst vera nøktandi fyri landsstýrismannin í fíggjarmálum.
Soleiðis ber tað til at snúgva sjálvt Sambandsflokkin á gongdar leiðir. Norðuratlantsbólkurin reisti málið, donsku blokadurnar forðaðu í fyrstu og aðru atløgu, men prosessin var farin í gongd og Sambandsflokkurin fekk alt serverað á einum silvurfati. Hetta er hin klassiska søgan. Vit áttu vármøðina ? Bárður heystgrøðina. Tað kann nú vera líkamikið. Hetta var í øllum førum Føroyum at frama. Einum íðnum og konstruktivum politikki hjá norðuratlantiska tingbólkinum á Danatingi fyri at takka.