Vær førum nú aftur til landanna

Sigmund Vestergaard, lesandi

Ónsdagin 28. mars hevði Sonne Smith, fjølmiðlamaður, stutta grein við heitinum ”Uttanlanda í vikuskiftinum” í Sosialinum. Her fýlist Sonne Smith á, at fólk áhaldandi tosa um at fara ”uttanlanda í vikuskiftinum”, fyri at brúka hansara egnu frálíku yvirskrift. Hví er yvirskrift hansara frálík? Jú, tí hon lýsir alla greinina í trimum orðum. Sjáldsamt at síggja so beinrakna yvirskrift.
Nóg mikið um grein Sonna. Tað, sum fekk meg at skriva henda stubba, var hetta við ”uttanlanda” mótvegis ”uttanlands”. Sum flestum kunnugt, so er ”landa” hvørsfalssniðið í fleirtali av orðinum ”land”, og ”lands” hvørsfalssniðið í eintali. Tí verður mælt fólki til at siga ”uttanlands” tá tey eru stødd í øðrum landi enn Føroyum. Við meira ella minni jøvnum millumbilum eru málvinir í bløðunum við slíkum áheitanum á fólk. Tað tykist tó ikki at rína við. Fólk fara enn ”uttanlanda”, heldur enn ”uttanlands”, ið er tað rættara sambært nútíðar føroyskari rættskriving.
Hvør er so orsøkin – ella hvørjar eru orsøkirnar – til at fólk, hóast nógvar áheitanir um tað øvugta, enn siga ”uttanlanda”? Kann hugsast, at føroyingar altíð hava sagt ”uttanlanda” og tí hava ilt við at sleppa hesum, sum summi skíra ein ósið? Eg havi onkra ábending um, at so er.
Ein ábending er í 54. ørindi í frálíka Brókartátti, sum Jógvan uppi í Stovu (d. 1757) úr Leynum yrkti. Har verður sagt (ørindið er skrivað niður eftir S. Egholm (stj.): Nýggja Kvæðabókin 2):

Saktans høvum vær leingi her
úti á sjónum hingið,
førum nú aftur til landanna
við tí, vær høvum fingið!

Her fara menn sostatt ”aftur til landanna”. Út frá hesum er nærliggjandi at hugsa, at yrkt verður soleiðis tí føroyingar tá á døgum hava tosað hetta, t.e. ”til landa” ella ”til landanna”.
Nú havi eg ikki kannað hetta aðrastaðni. Tí eri eg varin við at gera ov greiða niðurstøðu út frá hesum eina ørindinum. Kanska er hetta sermerkt fyri kvæði. Tó haldi eg hetta vera vert at hava í huga, tá greiðast skal frá, hví føroyingar flestir fara ”uttanlanda” heldur enn ”uttanlands”. Sjálvur havi eg altíð sagt ”uttanlands”, tí hetta er tað rættara sambært nútímans føroyskari rættskriving. Hóast hetta fari eg ikki at umrøða føroyskt sum eina ”danska sirkusdialekt”.
Eg bíði spentur eftir viðmerking til henda greinarstubban mín. Vónandi hevur onkur fróðarmaður ella -kvinna okkurt birtandi íkast til hesar grundanir mínar.

Við málkvøðu