Vápnahvíld hongur í klønum tráð

Alt bendir á, at vápnahvíldin millum pakistanska herin og víðgongdar islamistar fer fyri bakka Ógvusligir bardagar í útnyrðingspartinum av Pakistan benda á, at vápnahvíldaravtalan millum pakistonsku stjórnina teir víðgongdu islamistarnar hongur í einum ógvuliga klønum tráð.

Altjóða tíðindastovurnar skriva, at islamistar søktu at stjórnarhermonnum nógvastaðni í Swat-dalinum, og at fleiri bygningar vórðu lagdir í oyði. Bardagarnir vóru serliga harðir í býnum Mingora, sum er høvuðsbýur í Swat.

Ein talsmaður fyri stjórnarherin sigur, at tað eru islamistarnir, sum hava brotið vápnahvíldaravtaluna, og at herurin tí tekur neyðug stig, sum hann orðførdi seg.