Væntar yvirgangsatsóknir at ferðavinnumálum

Yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda er í ferð við at umskipa seg, og ferðavinnumál og fíggjarheimurin verða álopsmálini.

Yvirgangur
Árni Joensen

Tá fransmaðurin Roland Jacquard tosar um altjóða yvirgang, verður lurtað væl, tí hann verður mettur sum tann fremsti serfrøðingurin á økinum. Nú hevur hann aftur gjørt vart við seg, hesaferð í sambandi við eina frágreiðing, sum hann hevur verið við til at skriva fyri ST-trygdarráðið.
Við sjónvarpið France 2 sigur Roland Jacquard, at al-Qaeda slapp nógv betur burtur úr krígnum í Afghanistan, enn tey flestu hava hildið. Hann vil vera við, at Osama bin Laden sendi 800 av sínum bestu monnum úr Afghanistan, áðrenn altjóða herdeildin leyp á landið. Bin Laden visti sostatt, at USA fór at leypa á Taliban-stýrið.
Millum menninar, sum rýmdu úr Afghanistan undan krígnum, vóru allir teir leiðandi yvirmenninir í felagsskapinum. Roland Jacquard lýsir hesar menninar sum tað triðja ættarliðið av al-Qaeda og sigur, at teir eru í ferð við at skipa seg nú.
- Hetta eru menn, sum hava góða útbúgving umframt ta hernaðarligu útbúgvingina, og teir eru nú spjaddir víða um heimin, har teir eru til reiðar at gera tað, sum teir fáa boð um, sigur tann franski yvirgangsserfrøðingurin.
Hann heldur, at tað verður verri og verri at finna hesar menninar, sum hann sigur vera sera vandamiklar. Hann heldur, at teir hava funnið tey ætlaðu álopsmálini, og at talan er um fíggjarheimin og væl umtókt ferðamannamál.