-Tað, sum hevur okkara áhuga, er ikki at selja Føroyar sum oljuland. Okkara áhugi og mál er at selja føroyskar fyritøkur, sum kunnu klára seg á altjóða marknaðinum við sínum tænastum, vælvitandi, at tann dagin olja verður funnin við Føroyar, tá standa hesar fyritøkurnar sterkari at vera við í kappingini og at skapa arbeiðspláss í Føroyum eisini. Hetta sigur stjórin á Menningarstovuni, Kjartan Kristiansen, sum nú í fleiri ár hevur skipað fyri føroysku luttøkuni á mongum oljumessum í útlandinum.
Aftur í ár verður farið á oljumessu, hesaferð í Stavanger. -Vit skulu byggja upp ein førleika og eina kompetansu, sum er av stórum týdningi fyri okkara fyritøkur, so tær kunnu bjóða seg fram í útlandinum eisini. Luttøkan á ONS er so ein partur av hesi altjóða marknaðarføringini sigur menningarstjórin, sum heldur ikki leggur fingrarnar ímillum, tá hann umrøður oljuna: -Okkara sjónarmið er, at oljan er a stickie, dirty liquid, hon er oyðileggjandi fyri náttúru og umhvørvi verður hon ikki handfarin væl. Duga vit ikki tað kann hon oyðileggja ein búskap og hon kann vera vandamikil fyri menniskjalív.
Hann vísir á, at tað, sum hevur týdning, er, at tú dugur at handfara oljuna rætt og skilagott, tá hevur fingið eitt heilt annað gull uppi í høvdinum við førleikanum, og tað er tað, sum hevur langtíðarvirði.
-Vit mugu halda vónini uppi, at oljan finst í undirgrundini, men tað er vitanin og førleikin, sum hevur týdning fyri okkum, sum arbeiða á Menningarstovuni.
Vónin gevur íblástur
Stjórin á Menningarstovuni hevur onga meining um, hvat úrslitið verður av boringini í summar, men hann heldur ikki, at pengarnir sita so leyst, at oljufeløg fara at bora nakað, sum ikki gevur meining. Tað kann vera, at feløgini halda seg taka størri tjansir her. Men uttan iva finst olja í føroysku undirgrundini. Og vónin til at her finst eitt oljuríkidømi hevur so givið eitt nú ungum føroyingum íblástur til at útbúgva seg innan oljuvinnuna. Tey fáa eina góða útbúgving, sum tey kunnu brúka alla staðni. Hetta er ein sera skilagóður útviklingur.
-Tá oljuprátið tók seg upp av álvara fyrst og miðskeiðis í 90-unum, fóru nógvir av føroyingum til Ongland og aðrastaðni at útbúgva seg innan oljuøkið, í tí vón at kunna koma aftur til Føroya. Í dag hava vit tí fólk, sum hava vitan og førleikar á hesum øki, men vit hava enn ikki fyritøkur, sum eru nóg sterkar í dag at satsa so nógv uppá hetta økið, tí tær vita ikki, um olja finst ella ikki.
Men so leingi sum vónin um oljuna er til steðar fáa vit útbúgvið nøkur fólk, ið eru serkøn og sum arbeiða um alla verðina, og vit fáa so við og við fyritøkur, sum eru meira og meira kappingarførar at veita tænastur til eina sera krevjandi oljuvinnu. Tað er gull vert.
Menningarstjórinnevnir sum dømi um eina slíka fyritøku Thor í Hósvík, sum í dag arbeiðir úti í stóru verð.










