Vóni tað fær undirtøku

Hóast landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki heldur tað vera rættan politikk hjá landsstýrinum at seta nýggjan partapening í Smyril Line, so metir formaðurin í Javnaðarflokkinum tó, at tað skuldi verið góður møguleiki fyri at fingið eitt fleirtal av tingmonnum at atkvøða fyri uppskoti, sum er lagt fyri tingið

Tingið og partapeningur


Í gjár legði Javnaðarflokkurin uppskot fyri tingið um at seta 25 mill. kr. í partapeningi í nýggju Norrønu, soleiðis at landið fastheldur sín eigarapart í Norrønu. Jóannes Eidesgaard, formaður sigur seg vóna, at uppskotið fer at fáa undirtøku. Hann heldur ikki, at samgonguflokkarnir hava læst seg fastar til ikki at vilja taka undir við uppskotinum, nú landsstýrismaðurin valdi at vísa umsóknini frá Smyril Line aftur.


Tað var eisini Javnaðarflokkurin í andstøðu, sum fyri fimtan árum síðani legði fram uppskot um at bjarga millumlandasiglingini, tí mett varð, at hon kundi verið eitt skilagott íkast til framtíðar ferðavinnu og búskapin annars. Eisini vað víst á mongu arbeiðsplássini, sum henda sigling bar í sær. Fólkaflokkurin, sum tá var í samgongu, tók undir við uppskotinum, meðan Sambandsflokkurin gekk ímóti.


Sosialurin skilur, at neyvan fara nógvir tingmenn at atkvøða ímóti uppskotinum.