Teir báðir landsstýrismenninir, Jacob Vestergaard og Jenis av Rana, hava lovað at virka fyri, at fámjingar fáa pening til tunnil næsta ár.
Tað sigur Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstýri, nú Løgtingið leggur seinastu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár.
Í fjør samtykti táverandi samgonga at gera Dalstunnilin áðrenn Fámjinstunnilin, men tá løgdu Kristin Michelsen, Jacob Vestergaard og Jenis av Rana, sum tá vóru tingmenn, uppskot fyri Løgtingið um at gera tunnil til Fámjins.
Nú hevur Kristin Michelsen boðað frá, at hann fer at samtarva við samgonguna, men nú Løgtingið viðger fíggjarlógina, hevur verið funnist at honum, tí hóast hann var so heitur fyri Fámjinstunlinum í fjør, er hann at kalla ikki tikin upp á tunguna. Tað eru heldur ongin peningur settur av til Fámjinstunnilin á Fíggjarlógini.
https://www.in.fo/news-detail/news/eingi-utlit-fyri-famjiningar-faa-tunnil-enn-a-sinni/Les eisini: Eingi útlit fyri at fámjingingar fáa tunnil enn á sinni
Og hóast hann eisini situr í Fíggjarnevndini hevur hann einki uppskot um Fámjinstunnilin, tí tað einasta hann sigur, er, at hann heitir á samgonguna um at framskundað Fámjinstunnilin.
Hinvegin undrast Kristin Michelsen á, at teir báðir, Jacob Vestergaard og Jenis av Rana, sum báðir eru í landsstýrinum, ikki hava syrgt fyri at fáa pengar til Fámjinstunnilin.
Hann vísir á, at í undanfarna valskeiði vóru teir báðir løgtingsmenn, og tá vóru teir við til at leggja uppskot fyri Løgtingið um at gera Fámjinstunnilin. Og tí er Kristin Michelsen bilsin av, at teir ikki hava fingið pening til hann á fíggjarlógini.
Men hann sigur, at hann hevur tosað við teir báðar landsstýrismenninar, og teir hava lovað at taka málið upp fyrst í komandi ári.
– So vónandi halda teir orð, og tað rokni eg við, at teir gera, segði Kristin Michelsen.
Hann ásannar, at hóast undanfarna samgonga samtykti at taka Dalstunnilin fram um Fámjinstunnilin, er einki bora í Dali enn.
Hevði samgongan ikki gjørt tað, hevði Fámjinstunnilin verið boraður ígjøgnum nú.
Og hann sigur, at spurningurin hevur eisini verið umrøddur í Fíggjarnevndini um at flyta borivognin suður til Fámjinstunnilin, men tað varð so av ongum.