Eitt av skeiðunum, sum Kvasir skipar fyri í november, umrøður sjúkrafráveru. Sjúkrafrávera verður skýrd at vera spill av góðum kreftum, um so er, at mistrivnaður er orsøkin til fráveruna.
Í Danmark hevur talið á sjúkrafráveru verið alsamt vaksandi síðani í áttatiárunum. Útreiðslurnar til at taka sær av sjúkrameldaðum fólkum vóru í 2001 umleið 32 milliardir krónur. Hetta talið kemur frá danska Vinnumálaráðnum.
Tá ein kannar orsøkirnar til vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvi, verður somuleiðis eisini funnið fram til, hvat tað er, sum ger, at talið á sjúkradøgum er so høgt.
Ein donsk kanning, sum Ledernes Hovedorganisation gjørdi í 2003 vísir, at tað vánaligur trivnaður á arbeiðsplássunum elvir til økta sjúkrafráveru.
Kanningin staðfesti eisini, at tað serliga er vánaligt huglag, slatur og sleyg, sum elvir til eitt vánaligt arbeiðsumhvørvi. Somuleiðis kom fram, at á arbeiðsplássum, har starvsfólkini ikki hava góða ávirkan á arbeiðið, og har tey ikki fáa nógvar avbjóðingar, hava tey tað heldur ikki gott. Harafturímóti bendir onki í kanningini á, at ov nógv arbeiði, skundur ella líknandi í sjálvum sær elva til vánaligt arbeiðsumhvørvi ella høgt tal á sjúkradøgum.
Tað kunnu vera nógv viðurskifti, ið elva til vánaligt arbeiðsumhvørvi. Til dømis at starvsfólkini ikki virka væl saman, at arbeiðið krevur ov lítið av tí einstaka, starvsfólkini venda sær til leiðaran við klagum um onnur starvsfólk, ov fá fólk til ov nógvar uppgávur, at arbeiðsgongdin er broytt nógv seinastu árini og nógv, nógv annað
Skeiðið kemur inn á og gjøgnum gongur ymiskar hættir til handfaran av sjúkrafráveru. Til dømis hvat sjúkrafrávera kann vera eitt tekin um, hvat kann gerast fyri at minka um sjúkrafráveruna við til dømis fráverusamrøðum, hvussu sjúkrafrávera kann fyribyrgjast og hvussu arbeiðið við evnum sum trivnaði, motivatión og øðrum skal leggjast tilrættis.
Skeiðið vendir sær serliga til øll, ið arbeiða við sjúkrafráveru og fyribyrging. Har verða bæði fyrilestrar, bólkaarbeiði og venjingar, sum taka støði í evnum, sum luttakararnir halda vera aktuelt.
Skeiðsleiðari til hetta skeiðið, verður Lene Bilde Jacobsen, sum er arbeiðs og organisatiónssálarfrøðingur.










