Nýggja felagið hjá Súna Olsen, Viborg FF, fekk als ikki nakra dreymabyrjan á Superliguna eftir langa vetrarsteðgin. Sterka útivallarliðið, Esbjerg FB, var og vitjaði Súna og teir grønu í Viborg. Súni slapp á vøllin í 56. minutti fyri ungarska høgra bakkin Zoltan Balog. Hetta tíðarbilið var Viborg longu aftanfyri 3-0, og meðan Súni var á vøllinum fekk Esbjerg enn eitt mál, soleiðis at Viborg tapti heili 4-0.
Sera vánalig Superliga byrjan á 2008 hjá Viborg, sum nú liggur fimm stig undir niðurflytingarmarkinum. Tað kundi tó verið enn verri, um AGF omanfyri markið fekk fleiri enn eitt stig burturúr AC Horsens í dag.