Vóna virksemi aftur á Bacalao

Bygningarnir eru virðismettir til 15 millónir krónur, og tí má tað metast eitt gott keyp at fáa teir fyri 9,5, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Tað er nú greitt, at Tórshavnar kommuna hevur keypt Bacalao úr trotabúðnum hjá Fiskavirking.

Prísurin var 9,5 milliónir krónur, og tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri, er eitt gott keyp við tað, at virðismetingin segði 15 milliónir krónur.

- Vit hava keypt bygningarnar, tí vit ynskja, at virksemi verður aftur á Bacalao, sigur Heðin Mortensen við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Tað hevur leingi verið greitt, at ætlanin hevur verið, at kommunan skuldi keypa bygningarnar og Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag skuldu keypa rakstrargøgnini.

Ætlanin var síðani, at tey bæði arbeiðarafeløgini saman við onkrum øðrum ? Bjarta Mohr, hevur ljóðað ? skal reka virkið.

Seinasta freist at selja burtur úr trotabúðnum er í dag, annars fara eftirverandi aktivini á tvingsilssølu.