Vælkomin í cowby-land

Skal KÍ gjalda eina tí einastu krónu fyri spæliloyvið hjá Hjalgrími Elttør, hevur FSF so dyggiliga skotið botnin undan egnum spælarasáttmálum

Grein 16, stk. 2 í standard spælarasáttmálanum er sera greið: Um annar parturin munandi misheldur sínar skyldur sambært hesi avtalu, kann hin parturin hóast ásetingina frammanfyri skrivliga siga avtaluna at fara út gildi beinanvegin og krevja endurgjald eftir vanligum reglum.

Har skuldi ikki verið nakar ivi. Hevur fótbóltsfelag ikki goldið spælara ta løn, sum hesin eigur sambært sáttmálanum, kann sáttmálin sigast úr gildi, og spælarin hevur frítt at fara.

Men tá tað fríggjadagin kom til skarpskeringar, tordi FSF ikki at halda egnar reglur. Hjalgrím Elttør hevði brúkt sáttmálaásetingina, tá hann segði sáttmálan upp, og aftan á at hava gjørt hetta, skrivaði hann nýggjan sáttmála.

Tað átti ikki at givið trupulleikar, men tað gjørdi tað, tá NSÍ ákærdi KÍ fyri “poaching”. Altso at dyrgja eftir sáttmálabundnum spælara. Eitt páhald, sum í sjálvum sær ikki hevur nakað upp á seg, tí spælarin hevði minni enn hálvt ár eftir av sáttmálanum, og hevði tí loyvi at tosa við onnur feløg.

Tann pástandurin gruggaði málið somikið, at FSF valdi at afturhalda spæliloyvi hjá Hjalgrími, og allan fríggja- og leygardagin stóð í botni í málinum.

FSF-forsetin beyð feløgunum til Havnar á fund, og hesin loysti málið somikið, at Hjalgrím sunnudagin spældi við KÍ. Men meira enn nakað var semingin ein staðfesting av, at feløgini ikki skulu taka grein 16, stk. 2 í álvara.

At tosa um, at talan verður um cowboy-land ella spælarakaos, um spælarar sleppa at rýma, tá teir ikki fáa løn, er uttanumtos og undanførslur.

Fleiri feløg hava seinastu árini liva eina tilveru hinumegin illusiónina, har skrivaðu sáttmálarnir als ikki hava hald í fíggjarliga veruleikanum. Og við semjuni, sum varð gjørd sunnunáttina, hevur FSF loyvt teimum til framhaldandi at koyra á fyrsta flokki uttan at hugsa um rokningina fyri hetta.

Sum er verða tey feløg, sum hava skrúvað útreiðslusíðuna niður, revsað. Ítróttarliga loysir tað seg eftir øllum at døma betur, um tey hoppa upp á skjóttgangandi tokið við autopiloti í fremsta vogninum.

Bert spell, at KÍ – kroyst av tíðarfreistini og ynskinum um at fáa Hjalgrím í hópin – ikki sá sær aðrar vegir enn at bakka og taka undir við seming um eitt mál, har teir og spælarin høvdu allan rættin.