Væleydnað gallaveitsla fyri róðrarfólk í Keypmannahavn

Leygarkvøldið 20. oktober vóru fakklar settir upp og tann reyði løbarin rullaður út frammanfyri Føroyahúsið í Keypmannahavn. Orsøkin til hetta var, at øll tey føroysku kappróðrarfeløgini í Danmark hildu felags gallaveitslu í samstarvi við Føroyahúsið og EasyFisk. Tilsamans vóru 120 gallaklæddir gestir og hátíðarhildu kappróðrarárið við góðum mati, undirhaldi, sangi og dansi.

 

Feløgini feiraðu m.a. at virksemið í ár hevur verið størri og betri samskipað enn nakrantíð áður. Fýra stevnur hava verið og fleiri nýggir bátar og eru komnar afturat. Í Danmark verður róð í 6- og 10-mannaførum og tilsamanans sjey manningar (gentur, dreingir, kvinnur, menn, nordisk, 10-mannafør menn og 10-mannafør veteranar) hava vunnið danmarksmeistaraheiti í føroyskum kappróðri.

 

Umframt tær fýra stevnurnar sum feløgini skipa fyri, hevur føroyskur kappróður eisini verið vístur fram í havnini í Keypmannahavn á Ólavsøku og á Bagsværd sø í sambandi við almennu kappingina ?DM i roning?.

 

Nú í vetrarhálvuni fara feløgini m.a. at skipa fyri innandura rógvikappingum í C2 maskinum. Tann fyrsta verður í hølunum hjá felagnum Tvørábáturin á Vesterhavsvej í Fiskerihavnen tann 24. november, har øll eru vælkomin.

 

Feløgini ætla at halda fram við framgongdini næsta ár við stevnum og gallaveitslu. Harafturat verður arbeitt fram ímóti at luttaka á eini samkomu við aðrar norðurlendskar bátar og manningar við Siljan sjógvarnar í Svøríki í august 2008.