Væl av svartfugli er at síggja

Fingu um 200 fuglar eystanfyri Svínoynna

Nakrir bátar vóru eystanfyri Svínoynna í gjár og skutu fugl í góðveðrinum. Tann eini fekk um 200 fuglar.

 

Teir søgdu frá, at nógvur fuglur var at síggja, og var tað ikki so óheppið, at teir fingu maskinskaða, høvdu teir fingið væl meira.

 

Fuglurin er enn eitt sindur staputur, men seinni er hann betri fyri, so um veðrið lagar seg, ber kanska til at fáa enn eitt kók.

 

Orð og mynd: Dávur Winther