Bókin Janus er ein stjørna er nú útkomin á fløgu.
Hetta er søgan um eina sletu sum fer við fúkandi ferð omaneftir, har høvuðspersónurin Janus sær eina vakra gentu, ið hevur 200 systrar. Hon bjóðar Janusi við á eina ferð, har hann skal gjøgnum nógvar royndir.
Hesa søguna um Janus, hevur Edward Fuglø skrivað og gjørt myndir til. Páll Sólstein hevur skrivað tónleikin til søguna, ið verður framførd av tónleikabólkinum Aldubáruni.
Tað er Jensina Olsen, ið sigur søguna afturvið tónleikinum. Jensina Olsen, frásøgumaðurin Andras Sólstein og Aldubáran hava verið kring alt landið og framført 25 skúlakonsertir í ár og hava tey verið stórliga fagnað. Tey hava nú verið í Studio Bloch og innspælt søguna og tónleikin til øll børn í Føroyum.
Á fløguni sleppa børn at uppliva tekningar, tónleik og frásøgn í eini eind, og børnini fáa eina uppliving av at vera við Janusi úti millum stjørnurnar.
Fløgan verður at fáa um alt landið og verður útgávuløta í Leikalund í Klaksvík og í Havn í Tutl-handlinum ímorgin, týsdagin klokkan 16.30.