Búskaparráðið kunngjørdi í morgun árligu heystfrágreiðingin, ið viðgerð støðuna á føroyska búskapinum. Sum undanfarnu ár vístu frágreiðingin, at føroyski búskapurin er í stórum vøkstri og mælti ráðið enn einaferð til, at halda aftur upp á almennu íløgurnar.
Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum, var gestur í tíðindasendingini hjá FM1 í dag, har hann viðgjørdi nýggju frágreiðingina. Harímillum fløskuhálsar í byggivinnuni.
- Tað sum kanska er serligt í okkara føri við tí vøkstrinum sum er, tað er at hann er øgiliga nær tengdur upp at byggivinnuni og tað vil so siga tað, at har fáa vit fløskuhálsar. Tað er so væl nakað, ið ikki er heppi, og ger at tað er trupult at fáa handverkarar og byggingar blíva dýrari enn tey kanska skuldu veri, sigur Sverri Hansen.
Hoyr alla samrøðuna við Sverra Hansen við at trýsta á pílin undir myndini.