Vøkstur er tað fremsta málið

Tann nýggja ES-nevndin, sum hevur sín fyrsta arbeiðsdag í dag, hevur sett sær sum sítt fremsta mál at virka fyri búskaparligum vøkstri í samveldinum, so londini kunnu sleppa skjótari upp úr kreppuni.

Men búskapurin er ikki tað einasta, sum stendur ovarlaga á dagsskránni hjá nevndini, tí ætlanin er eisini at fáa gongd á veðurlags- og orkumálini. Tað sigur formaðurin, José Manuel Barroso, sum varð valdur til eitt formansskeið afturat í september í fjør.

ES-tingið góðkendi í gjár teir 27 nýggju kommiserarnar við 488 atkvøðum fyri og 237 ímóti. 72 tinglimir atkvøddu ikki.