Mikukvøldið spældu Víkingur og HB fjórðingsfinalu í kappingini um Løgmanssteypið. Víkingur vann 2-1, men tað er ikki úrslitið, sum fólk tosa um aftaná dystin.
Í øðrum hálvleiki fekk Víkingaspælarin, Hans Jørgen Djurhuus eitt reytt kort, tá hann rendi HB-venjaran umkoll í eini støðu, har Hans Jørgen vildi hava fatur á bóltinu, so spælið kundi setast ígongd skjótast gjørligt.
Páll Gregersen, formaður í Víkingi sigur í stuttari viðmerking til Sportalin, at felagið krevur, at leikbannið hjá Hans Jørgen Djurhuus verður kolldømt. Hetta tí tey meta, at venjarin hjá HB væl og virðiliga yvirspældi sín leiklut undir hendingini.
Fótbóltssambandið fer at viðgera málið fyrsta dagin.