Tað kann gott vera, at tað fer at eydnast greipuvinnarunum í KÍ at endurvinna FM heitið.
Men eftir at sigusvanda liðið hevur spælt tveir landskappingardystir, eru tað greiðar ábendingar um, at KÍ ikki fer at vinna dystir og FM við so stórum stigaavlopi, sum óføru kvinnurnar í Klaksvík vunnu FM í fjør.
Í fyrsta umfari vann KÍ 3-1 á heimavølli ímóti NSí, sum fleiri ferðir var um reppið at javna til 2-2, áðrenn heimaliðið staðfesti sigurin.
Í kvøld hevur KÍ verið í Sarpugerði og spælt ímóti Víkingi, sum í fyrsta umfari vann 1-0 í Gundadali ímóti B36.
Úrslitið í Sarpugerði í kvøld var 0-0. Tølini siga, at talan var um tætta grannauppgerð. Víkingur hevði tvey hornaspørk, og KÍ hevði tvey hornaspørk.
Víkingur hevði fýra royndir á KÍ málið og tríggjar royndir framvið málinum, og KÍ hevði sjey royndir framvið heimamálinum. Víkingur er skrásett fyri seks stórar málmøguleikar, og KÍ er skrásett fyri tríggjar stórar málmøguleikar.
Báðir partar stríddust inntil síðsta bríksl fyri at vinna øll stigini, og síðstu lítlu løtuna vóru tað spentar støður frammanfyri bæði málini.
Í fjør spældi KÍ tvær ferðir á útivølli ímóti samansetta liðnum hjá ÍF, Víkingi og B68, ÍVB. Fyrru ferðina vann KÍ 1-0, og seinnu ferðina vann KÍ 2-1.
Hinir dystirnir í øðrum umfari vera í morgin og sunnudagin:
Leygardagin: EBS/Skála – 07 Vestur og AB/B71 – NSÍ.
Sunnudagin: HB – B36.