Víkingur á stórskíggja í Syðrugøtu

Champions League dystur verður sýndur á stórskíggja við sandin í Syðrugøtu

Í kvøld spælir Víkingur spennandi dyst í Champions League í Íslandi. Víkingur vann seg víðari frá fyrsta innleiðandi umfari í kappingini og skal nú spæla tveir dystir ímóti FH í øðrum umfari.

Fyrri dysturin verður spældur í Reykjavík í kvøld, og tann seinni í Føroyum í næstu viku.

Nógv fólk er farið úr Gøtu og Leirvík til Íslands at hyggja eftir dystinum, men tey, sum sita eftir heima, fáa í kvøld høvi at savnast til dystin.

Dysturin millum FH og Víking verður vístur á stórskíggja við sandin í Syðrugøtu. Har fara tey eisini at bjóða suppu.

Dysturin byrjar kl 20:15.