Báðir dystirnir og allar venjingarnar hjá Víkingi eru innandura, nú liðið er farið til Íslands at fyrireika seg til kappingina í Vodafonedeildini. Báðir dystirnir eru spældir í Kórinn-høllini á Kópavogi, har føroyska landsliðið næsta sunnudag skal spæla ímóti Íslandi.
Hópurin fór yvir fyrrapartin í gjár, og longu í gjárkvøldið var fyrsti dysturin, tá Stjarnan, sum er uppflytari í Landsbankadeildini, tók ímóti.
Fyrri hálvleikur var málleysur, men sjey minuttir inn í seinna hálvleik legði Finnur Justinussen Víking á odda. Henda leiðsla helt sær, til bara tveir minuttir vóru eftir. Tá javnaði Stjarnan til endaliga úrslitið 1-1.
Seinnapartin í dag var so seinni dysturin, sum var ímóti íslendsku meistarunum av Hafnarfirði, FH. Her endaði tað við ósigri, tí FH vann 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan í einum dysti, har Víkingur var væl við og hevði sínar møguleikar.
Ferðalagið úr Gøtu og Leirvík kemur heimaftur mánadagin.










