Víkingur skal hava gull

Jógvan Martin Olsen og Víkingur miða eftir føroyameistaraheitinum í ár. Tað ger høvuðsvenjarin greitt á heimasíðuni hjá Víkingi.

Málsetningurin er greiður, og treytirnar eru einfaldar.

 

- Málið hjá okkum er at vinna Vodafonedeildina í fyrstu syftu, og í øðrum lagi at vinna Løgmanskappingina, og í triðja lagi at tryggja okkum altjóða luttøku til 2012. At hetta verður torført vita vit væl av, og tað sóu vit eisini í 2010, tí tá kláraðu vit einki av hesum, sjálvt um vit vóru nær við til tey bæði seinastu. Tað skal bæði hepni, dugnaskapur og hart arbeiðir til, og tað eru vit tilreiðiar til at gera, skrivar Jógvan Martin Olsen á vikingur.fo.

 

Spælarahópurin hjá Víkingi er broyttur í vetur. Súni Olsen, Sverri Jacobsen, Áslakur Petersen, Hans Pauli Petersen, Martin Olsen og Nenad Stankovic halda ikki fram. Evrard Blé, Símun Hansen og Atli Gregersen eru knýttir at hópinum.