Víkingur fingið reyða kortið frá mjørkanum

- Enn er ongin panikkur í, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi. Ferðalagið við spælarunum hjá Víkingi, sum skal spæla í Europa League í Finlandi hósdagin, er ikki sloppið avstað til tíðina.

 

Ferðalagið skuldi avstað fyrr í dag, men nógvi mjørkin á flogvøllinum órógvar flogferðsluna. Hetta gongur nú eisini útyvir spælararnar hjá Víkingi.

 

- Fyribils órógvar hetta ikki fyrireikingar hjá okkum. Vit skuldu eftir ætlan gista í Keypmannahavn í nátt og fara víðari á middegi í morgin. So leingi vit náa flúgvarin í morgin klokkan 12 til Finlands, so verða ongir trupulleikar, sigur Sigfríður Clementsen við portalin í kvøld.

 

Í Víkingi vóna tey, at sleppa við flúgvaranum áleið klokkan tvey í nátt, um alt gongur teimum til vildar.

 

Sølvi Vatnhamar fekk tvey gul kort í fyrra dystinum og bleiv harvið útvístur. Hann hevur tí leikbann til seinna dystin. Sam Jacobsen er ikki skrásettur til Europa League, men skuldi Víkingur tikið øll á bóli og komið víðari, so kann Víkingur innlima hann í Europa League hópin til næsta umfar.

 

Víkingur skal spæla móti FC Inter Turku. Fyrri dysturin á Svangaskarði endaði við 1-1 javnleiki. Finnur Justinussen skoraði einsamalla málið fyri Viking.