Víkingur fær í dag vitjan av botnlinum B71. Vinnur Víkingur dystin, so eru bara tvey stig upp til B36, sum liggur fremst. B71 liggur hinvegin einsamalt í botninum, eftir at bæði 07 Vestur og ÍF fingu stig leygardagin.
Við Sosialin fríggjadagin, segði viðmerkjarin hjá Rás2 og sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, Sigfríður Clementsen, at Víkingur er størsti favoritturin í hesum umfarinum. Víkingur hevur í ár valt at bjóða av í oddinum og vinna teir í dag koma teir upp á næstfremsta plássið.
Støðan hjá B71 er ein heilt onnur. Eitt stórt tap fyri og annað eftir. Men tað var eisini støðan til tíðir í fjør, men tá megnaðu teir eisini at vinna dystir, har ongin gav teimum ein møguleika. Hvør minnist ikki ólavsøkudystin móti HB í Gundadali, har B71 vann 2-1. Tí metir Sigfríður Clementsen, at núverandi støðan hjá B71 ikki kemur at ávirka leikararnar til dystin í dag.
- Tað er líka mikið fyri leikararnar hjá B71, um teir hava tapt stórt dystin fyri. Teir hava verið í støðuni fyrr og byrja av nýggjum til hvønn dyst. Um Víkingur ikki eru 100% klárir til dystin í dag, so kann tað skjótt ganga gali og B71 ger ein vørr, sigur Sigfríður Clementsen.
Dysturin verður í Sarpugerði í Gøtu og byrjar klokkan 15:00. Rás2 sendir beinleiðis frá dystinum. Byrja verður at senda klokkan 14:45. Sigfríður Clementsen verður viðmerkjari.
Støðan aftaná 11 umfør:(Víkingur og B71 hava spælt 10 dystir)
1: B36 25 stig
2: EB/Streumur 20
3: Víkingur 20
4: NSÍ 19
5: KÍ 16
6: HB 14
7: B68 13
8: 07 Vestur 11
9: ÍF 9
10: B71 3