Víkingar væl nøgdir undir fjørðin

Tað er gott fótbóltslag í Leirvík og í Gøtu, og tað er minni gott fótbóltslag í Klaksvík.

Víkingur hevur í dag vunnið 2-1 ímóti KÍ. Málskjútti stutt undan steðginum var Sam Jacobsen, sum við høvdinum stýrdi framlegging frá Hanusi Jacobsen í málið.

Í 2. hálvleiki misnýtti liðformaðurin hjá Víkingi brotsspark, áðrenn KÍ liðformaðurin Heðin á Lakjuni við langari frísparksframlegging javnaði til 1-1.

Dramatikkurin kom í hæddina, tá ið dómarin í síðstu løtu enn eina ferð bríkslaði fyri brotssparki til Víking. Áðrenn Sam Jacobsen setti bóltin í netið, vísti dómarin Heðini á Lakjuni reyða kortið fyri at mótmæla.