Víkingar á Fjørukrónni

Tíðindaskriv

Tey sum reka Vestmanna Tourist Centre hava nú fingið tveir av figurunum til Søgusavnið heim.

 

 

 

Søgusavnið skal halda til á ovaru hædd í Vestmanna Tourist Centre. Fyrstu figurarnir eru av Bresti og Havgrími, og teir eru avmyndaðir júst í teirri løtuni, tá Havgrímur gevur Bresti banasár við at renna spjótið gjøgnum hann. Tá Brestir kennir á sær, at nú fer hann at doyggja, dregur hann spjótið enn longur inn, fyri at røkka við svørinum so hann kann taka Havgrím við sær inn í deyðan.

 

Fyrstu ferð í Føroyum

Tilfarið, sum verður nýtt at gera figurarnar úr, er Silikon, og talan er um fullkomin kopi av veruligum fólkum, sum hava staðið modell. Hetta er fyri at gera figurnarnar so livandi sum gjørligt, og sigast má, at íslendski listarmaðurin Ernst Backmann, sum hevur gjørt figurarnar, er komin sera væl frá uppgávuni. Ernst eigur SagaMuseum í Perluni í Reykjavík, hann hevur eisini gjørt allar figurarnar í hesum savninum.

Tey sum hava sæð víkingarnar á Fjørukrónni, hava øll verið á einum máli um, at teir líkjast sera nógv veruligum fólkum. Eisini ber til at siga, at hetta er fyrstu ferð at nakað líknandi sum hetta hevur verið at sæð í Føroyum. Og við hesum ynskja eigararnir av Fjørukrónni at geva fólki ein forsmakk uppá hvat Søgusavnið skal snúgva seg um.

Tað ber til at síggja figurnarnar í restaurant Fjørukrónni har teir fara at standa frammi í summar. Í summar er Fjørukrógvin opin allar dagar eisini flestu kvøld í vikuni. Meir kann lesast um verkætlanina og Fjørukrónna á HYPERLINK "http://www.visit-vestmanna.com" www.visit-vestmanna.com.