Langa rivan í glasmálninginum skyggir náðileyst móti honum.
- Á ja – tað eru altíð tær vakrastu myndirnar, sum brotna, sigur Tróndur Patursson, og hyggur hugsunarsamur at rivuni.
Hann var so spentur, tá júst hesin glasmálningurin kom út úr ovninum fyri nøkrum døgum síðani. Hesuferð hevði Tróndur nevniliga fyri fyrstu ferð roynt at leggja kopartráðir inn í glasið.
Nú er ikki annað at gera enn at royna umaftur. Kanska eydnast tað – kanska ikki.
Ongar snargøtur
Fyri Trónd tykist rivan í glasinum at ímynda eina blanding av vónbroti og avbjóðing.
- List snýr seg jú í stóran mun um at royna, hvussu langt tú kanst fara. Við glasinum verði eg tí onkuntíð bara noyddur at royna, til tað brotnar, sigur Tróndur.
Tað finnast ongar snargøtur inn til sanna list. Tú kanst gott royna til dømis við at eftirlíkna onnur listafólk, men úrslitið verður verandi ein dekoratión. Veruliga list skapar tú bara við at gera tær tínar egnu royndir, er Tróndur sannførdur um.
Og tað er galdandi uttan mun til, um hann fæst við standmyndir, vanligar málningar ella glasmálningar. Og uttan mun til, um tað snýr seg um listarliga íblásturin ella tekniska handverkið. Til dømis hevur tað tikið Trónda meir enn 20 ár at finna fram til tann eyðkenda djúpt bláa litin, sum gongur aftur í nógvum av hansara listaverkum.
Og mongu sjóferðirnar, hann hevur verið, hava eisini verið ein máti at halda náttúrukensluna við líka sum ein tann mest týðandi íblásturin. Ein máti at fáa listina og lívið inn undir húðina.
- Eg havi vígt mítt lív til listina. Tí kann eg ikki spilla tað burtur uppá klisjéir. Tað kann eg ikki. So missi eg virðingina fyri listini og mær sjálvum – fyri lívinum, sigur Tróndur mest sum við seg sjálvan.
Lívsins súla
Brotni glasmálningurin skuldi annars vera við á eini framsýning í Norðurlandahúsinum í næsta mánað, har Tróndur Patursson skal sýna fram saman við trimum øðrum glaslistamonnum. Men tað er bert ein av mongu uppgávunum, Tróndur arbeiðir við í løtuni. Ein onnur er at gera eina 11 metur høga glassúlu, ið skal setast upp í SMS. Hóast Tróndur hevur gjørt høgar glassúlur fyrr, sum millum annað eru at síggja í Danmark, er hendan uttan samanbering tann hægsta. Ein partur av henni stendur longu í arbeiðsrúminum hjá Trónda. Súlan er blá og svørt við einum heilt serstøkum ljósspæli inni í.
- Við eini slíkari ljóssúlu hevur tað alt at siga, hvussu ljósið verður handfarið, tí ljósspælið er í nógvar mátar sjálvt listaverkið, greiðir Tróndur frá.
Tí má hann tryggja sær við einum sáttmála, at ljósið verður stýrt eftir hansara neyvu ásetingum, so súlan verður tað listaverkið, hann hevur ætlað.
- Súlan ímyndar lívsins súlu onkursvegna í mátanum, hon strembar uppeftir – móti himli kanska. Ella lívsins landskap sum ein tulking av náttúruni ígjøgnum meg sjálvan, sigur Tróndur.
Við í heimsins størstu skulpturpark
Tað er ikki bara listarliga, at Tróndur Patursson fevnir víða. Frá súluni í SMS gongur leiðin nevnilig til Kina, har Tróndur er biðin at gera ein skulptur til heimsins størstu skulpturpark, ið liggur í býnum Changchun. Hetta er ein altjóða skulpturpark við út við 400 skulpturum, ið umboða øll heimsins lond. Føroyska flaggið er longu vundið á stong uttanfyri parkina, tí Tróndur gjørdi ein skulptur har í fjør. Av ymsum orsøkum bar ikki til at gera skulpturin úr glasi, sum hann hevði ætlað, men nú fær Tróndur so høvi at gera eina glassúlu til parkina.
Aftur her ætlar Tróndur, at blái liturin skal ganga aftur, og tað hevur sínar orsøkir.
- Mín blái litur hevur so at siga ongan botn, ongan fráleika. Hann er bara – sum atmosferan, havið ella frælsið. Sum ímynd í eini altjóða skulpturpark kemur súlan at umboða eitt kosmiskt frælsi kanska. Sum útrykk fyri mítt innara landslag og mínar rørslur er hon eisini eg sjálvur. Tað eru øll míni listarverk í grundini – mín listarligi stílur er mítt kropsmál, hugleiðir Tróndur.
Spurdur, hví hann er so hugtikin av at arbeiða við glasi, sigur Tróndur, at sum listabúni hóskar glas væl til hansara ekspressionistiska útrykk.
- Glas illustrerar fyri tað fyrsta betri dramaið í náttúruni. Meðan litirnir eru ein málningur í sær sjálvum, gevur glasið honum ein skulpturellan búna. Hartil kemur møguleikin at spæla við ljósið, sum gevur verkinum sína sál, sigur Tróndur og leggur áherðslu á, at eitt verk uttan sál verður ongantíð list.
Málar til Føroyarúmið
Hóast verkini úr glasi fylla nógv í listarliga arbeiðinum hjá Trónda, viðgongur hann, at glasverkini ikki høvdu verið til uttan málningarnar.
- Málningarnir hava altíð verið mítt útgangsstøði, sigur Tróndur, sum í eini av sínum nýggjastu uppgávum hevur valt at fara aftur til hetta útgangsstøðið.
Nýggja uppgávan er at mála tveir málningar til tað sonevnda ”Føroyarúmið” í Fólkatinginum. Fyri Trónd er tað ein stórur heiður at hava fingið hesa uppgávu, og hann hevur brúkt nógva tíð at fyrireika seg. Tann størri málningurin skal vera fimm metur langur og 1,80 metur høgur og skal málast í Keypamannahavn, so lættari verður at flyta hann. Í januar fær Tróndur so tveir mánaðir til at gera málningin lidnan, og tí er alneyðugt at hava eina góða smámynd at arbeiða út frá.
Tróndur avgjørdi rættilig tíðliga, at brúka oynna Hestur, sædda úr Trøllhøvda, sum myndevni.
- Sjálvt um tað var ein stór avgerð, so fall tað mær lætt at velja myndevnið. Eg fari næstan at halda, at Hestur var tað fyrsta, eg nakrantíð málaði, og sum myndevni hevur oyggin fylgt mær alt mítt lív. Eisini hóskar hon væl til langa og smala skapið á málninginum, greiðir Tróndur frá og tekur fram eina smámyndaútgávu av málninginum.
Sjálv oyggin er málað við svørtum, meðan restin er eyðkendi blái liturin í ymsum brigdum sum himmal og hav. Speglingin av oynni í sjónum saman vit litunum ger myndina bæði gátuføra og einafalda á ein heilt serstakan hátt.
Vil náa breiddina
Fyri Trónd hevur tað týdning at vita, at hann her málar til eitt fundarhøli og ikki til eina framsýning.
- Eg havi stóra virðing fyri tí, tá eg máli til eitt høli, har fólk ikki hava biðið um at síggja list. Eitt nú í kirkjum. Tá skalt tú ansa eftir, at tú ikki treingir teg ov nógv inn á fólkið við tíni list, sigur Tróndur.
Samstundis viðgongur hann, at honum nettup dámar væl at mála til høli, har fólk kanska minst av øllum vænta at síggja list. Ein tann fyrsta uppgávan av hesum slag var glaslistaverkið hjá Trónda í einum parkeringshúsi í Vejle, sum hann eisini varð virðisløntur fyri.
- Eg vil fegin náa út til ta breiðu fjøldina við míni list, og til tað hóska listaskálar ikki altíð best, tí har kemur mest sama slag av fólki, sigur Tróndur.
Hetta var eisini ein av orsøkunum til, at hann var glaður við boðið um at gera eitt ljóslistaverk í Norðoyatunlinum.
- Tað var ein spennandi uppgáva, tí har skuldi eg arbeiða frá myrkri til ljós. Eisini er ein tunnil jú fullur av trøllum, sum næstan verða livandi, tá ljós og litir raka serliga skapið í grótinum. Ljósrørslurnar geva kanska eisini eina kenslu av at vera á havsins botni, greiðir Tróndur frá.
Hann heldur tað vera sera stuttligt, at Norðoyatunnilin nú gjørdist eitt av teimum sjey føroysku undurverkunum - ikki at hann sjálvur ætlar at taka æruna fyri tað. Men mong munnu kortini vera samd um, at valið hevði nakað við serstaka listaverkið at gera.
Hyggur Picasso í eyguni
Spurdur um tað ikki kennist ræðandi onkuntíð at átaka sær so stórar uppgávur, sum hann hevur gjørt gjøgnum árini, sigur Tróndur, at tú venur teg við tað.
- Eg geri mítt besta og syrgi fyri, at eg kann standa inni fyri tí. Eg havi altíð tikið mítt arbeiði í stórum álvara, syrgt fyri at útbúgvi meg og roynt at mennast, sigur Tróndur, meðan tankarnir leita til ein lærara, hann hevði á listakademiinum í síni tíð.
- Eg gloymi ongantíð, tá hann einaferð segði við meg: Tróndur, minst til, at tað tekur í minsta lagi 20 ár at finna sín egna listarliga stíl. Fyrsta kravið er, at tú tekur tína list í álvara og finnur hana innan í tær sjálvum, minnist Tróndur.
- Hvussu tað er eydnast, mugu onnur døma um. Eg eri í hvussu er komin har til, at eg kann hyggja bæði Rubens og Picasso í eyguni og siga:
Jú, eg meini tað í álvara.