Vágs kommuna nýggja heimasíðu

Nýggja heimasíðan er ætlað at stytta fjarstøðuna ímillum kommununa og borgaran Nýggja heimasíðan skal kunna borgararnar um, hvat hendir á býráðsborðinum, og tí verða fundirnir hjá býráðnum eisini lagdir út á síðuna, sigur Vágs kommuna. Herumframt fara tíðindastubbar um ymiskt, sum hendir í kommununi, at liggja á forsíðuni.

Tað er blivið alsamt meira vanligt, at ein kann avgreiða síni ørindi yvir alnótina og tí er eisini ein sjálvavgreiðsla gjørd til eitt nú umsóknarbløð, umframt tað, at nógv annað tilfarð er gjørt teldutøkt fyri tey, sum vitja heimasíðuna.

Tað er lýsingarfyritøkan Sansir, sum hevur sniðgivið heimasíðnuna, sum er at finna á

www.vagur.fo