Seinnu árini hevur Vágoyggin markerað seg sum sterkasta flogbóltsoyggin í landinum, og steypafinalan hjá kvinnum undirstrikar eisini hendan veruleika.
Við SÍ og Drátti í finaluni er lagt upp til eitt veruligt lokalbrak, og tó at SÍ sambært stigatalvuni er greiður favorittur, so er eingin ivi um, at grannarnir av Giljanesi so sanniliga fara at gera sítt fyri at mótprógva hesum.









