Vágbingar vilja ikki hava skyldina

Hósdagin varð rækjutrolarin Hvannaberg úr Vági hildin aftur í Havnini tað mesta av degnum fyri at hava dálkað Havnarvág olju og hann fer nú at senda Tórshavnar Kommunu rokning mista fiskitíð


 

Umhvørvisdálking


? Vit hava viðgingið, at tað fleyt yvir, tá ið ið vit tóku olju. Men at geva okkum skyldina fyri at hava dálkað alla Havnarvág við olju, finna vit okkum ikki í.

Jákup Olsen er reiðari á rækjutrolaranum Hvannaberg og hann er í øðini inn á tíðindini í sjónvarpinum hóskvøldið um at teir skuldu havt elvt til stóra oljudálking á Havnarvág.

Jákup Olsen sigur, at tað varð tikið so rívan til, at tað kom bæði løgregla, býráðslimir, sakførari og sjóvarpið upp í leikin.

?Avleiðingin av hesum var, at vit vórðu gjørdit til syndsabukk fyri oljudálkingina á Havnarvág, samstundis sum Hvannaberg varð afturhildin í fleiri tímar.

? Vit skulu nokk betala fyri tað dálking, vit hava elvt til. Men vit fara eisini at senda Tórshavnar Kommunu rokning fyri mista fiskitíð, sigur Jákup Olsen.

? Men vit fara ikki at gjalda fyri dálking, sum onnur hava elvt til, leggur hann afturat.

? Og tað er ein sannroynd, at Havnarvág hevur verið plágað av oljudálking í fleiri vikur nú. Sostatt er trupulleikin gamal og tí er tað skeivt at gera Hvannaberg til syndabukk.

? Tað skerst heldur ikki burtur, at tað vóru nógv onnur skip á havnini og bunkraði olju, men tað var ikki nógv olja at síggja rundanum Hvannaberg, sum lá ytst á keiini.

Reiðarin veit ikki, hvat er gjørt fyri at kanna, um olja er likin úr øðrum skipum.


Fleyt yvir

Jákup Olsen sigur, at tá ið Hvannaberg bunkraði olju mikudagin, hendi tað óhapp, at tað fleyt yvir, hóast maður helt vakt.

? Maðurin, sum koyrdi oljubilin, varð varskógvaður beinanvegin og skrúvaði fyri alt fyri eitt.

Hann sigur, at menn eru ójavnir á máli um, hvussu nógv var farið á sjógv. Summir hildu, at eitt tons av farin á sjógv, aðrir hildu bara nakrir fáir litrar.

? Oljuna, sum varð runnin á dekkið, fingu vit í tunnur.

Jákup Olsen sigur, at tá ið hann kom á staðið, stóðu bæði býráðslimir, embætisfólk hjá býráðnum, sakførarin hjá býráðnum og løgreglan á keiini.

Hann dylir ikki fyri, at hann følir seg illa viðfarnan.

? Vit hava viðgingið, at nakað fór á sjógv og tá áttu vit at fingið loyvi at fara. Løgreglan gav okkum eisini loyvi at fara. Men tá noktaði Tórshavnar Býráð okkum at loysa og tað varð alt gjørt fyri at forða okkum mest møguligt.

? Vit góvu teimum fult yvirlit yvir tangar og, hvussu nógva olju, vit høvdu bunkrað og, hvussu nógv var í skipinum.

? Tá fekk eg eisini at vita, at onkur var farin í land við maskindagbókini og oljujournalini.

? Hetta varð bara gjørt fyri at draga tíðina út. Men tað er ólógligt at flyta bøkurnar av skipunum og tí ringdi eg til sakføraran og kravdi at fáa tær aftur beinanvegin. Tað endaði við, at sakførarin kom sjálvur aftur við teimum.


Kravdi 100.000 krónur

Jákup Olsen sigur, at nú kravdi Tórshavnar Býráð, at Hvannaberg skuldi betala 100.000 krónur í trygd fyri útreiðslurnar av taka oljuna upp, áðrenn hann slapp at loysa.

? Vit hava viðgingið, at tað fleyt yvir hjá okkum og tað eru vit eisini sinnaðir at betala fyri. Men at geva okkum skyldina fyri oljudálkingina á Havnarvág og at halda okkum aftur ein heilan dag, finna vit okkum ikki í, so tað fara vit at krevja endurgjald fyri.

Tað endaði við, at Hvannaberg slapp avstað aftur klokkan fimm hósdagin- uttan at betala nakra trygd frammaundan.

Reiðarin sigur, at tað hendir ofta, at tað flýtur yvir, tá ið skip bunkra, men at blása hetta upp til eina gølu, er at gera nakað nógv burturúr.