Vágatunnilin fer at skapa møguleikar

Tunnilin fer at skapa møguleikar og fleksibilitet. Vinnulív og borgarar hvør í sínum lagi kunnu leggja síni egnu ferða-viðurskifti til rættis. Hann verður ein avbjóðing fyri vinnulívið í Vágum, bæði tí vinnan í størri mun enn áður kann bjóða seg fram á restini av meginøkinum, og tí vinnan má vænta at fáa størri kapping. Hetta er ein søguligur dagur. Landi og fólki at frama segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður tá Vágatunnilin alment varð latin upp 10. desember. Vit prenta hesa søguligu røðu.

Vágatunnilin
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður

Menniskjan hevur altíð livað undir náttúruskaptum fortreytum, sum av-marka virkisfrælsið. Firðir og sund, herðar og fjøll hava frá gamlari tíð virkað forðandi fyri samskifti millum fólk.

Mannalyndið er tó háttað so, at flestu taka forðingarnar sum eina avbjóð-ing.
Tí hava okkara forfedrar búleikast á hesum oyggjum. Hava ferðast mill-um bygda, treiskast móti veðri og vindi. Hava livað og virkað, hóast mangan baldrut og fátæksligt.

Henda íborna drívmegin er grundarlagið undir hugflogi og virkisfýsni, sum hevur lagt lunnar undir verkætlanum, sum broyta náttúrugivnu fortreytirnar, minka um forðingarnar og lætta um møguleikarnar fyri samferðslu og samskifti. Og tað eru ótald dømi eru um hetta.

Her á landi er útbyggingin av vega- og samferðslunetinum í sjálvum sær prógv um, at vit hava sæð møguleikarnar heldur enn bara vansarnar.

Hóast vit soleiðis áhaldandi hava betrað um samferðslumøguleikarnar farnu ártíggini, so vóru flestu fyri mansaldri síðani samd um, at fast samband um Vestmannasund var so stórur biti fyri landsbúskapin, at hetta í minsta lagi mátti skýrast sum luksusprojekt. Kanska var hesin hugburður partur av vanahugsan, men nakrir vóru, sum hildu á og fleiri ymiskar verkætlanir sóu dagsins ljós undan hesari.

Nú vit eru savnað her, eiga vit at ásanna, at veruleikin gjørdist øðrvísi og ikki minst betri. Nú opna vit fyrsta undirsjóvarsamband í Føroyum - ein verkætlan, sum hevur víst seg at vera burðardygg, bæði tekniskt, um-hvørvisliga, fíggjarliga og samfelagsbúskaparliga.

Tað gekk tó rúm tíð frá, at hugskotið um fast samband um Vestmanna-sund spratt í huganum á framskygdum fólkum, til vit í dag standa her við tunnilsmunnan, sum um skamma stund verður tikin alment í nýtslu.

<sum$?$end$!$1978: Vilhelm Nielsen og Haldor Hansen sáli hava uppskot heingibrúgv.
<sum$?$end$!$1979: Carl Bro ger uppskot fyri landsstðrið um brúgv
<sum$?$end$!$1978/1979: Mikkjal Helmsdal, sáli, sá og kunnaði seg um Vardøtunn-ilin. Bað Heina Olsen kanna møguleikar í Føroyum fyri undirsjóvar-tunlum, m.a. undir Vestmannasundi.
<sum$?$end$!$1980: Landsverkfrøðingurin ráddi løgmanni til at fara undir kanningar í Føroyum. Sama ár ger Landsverkfrøðingurin uppskot til ymiskar linjuføringar undir Vestmannasundi.
<sum$?$end$!$1986: Felagskommununi í Vágum biðir Anfinn Setberg gera uppskot til fast samband um Vestmannasund. Sama ár søkir felagskommunan landsstðrið um fígging.
<sum$?$end$!$1987: Felagskommunan í Vágum bíleggur undirsjóartunnil frá Selmer Furuholmen.
<sum$?$end$!$1988: Landsstðrið ger av, at prosjektábyrgd og ? leiðsla skal liggja hjá LV. Sama árið verður farið undir arbeiðið uppá verkætlanina.
<sum$?$end$!$1989: Tá klárt var at skjóta fyrsta skotið, verður arbeiðið steðgað av fíggjarligum ávum.
<sum$?$end$!$1998: VMR ger í samstarvi við LV og SL cost-benefit kanning av føstum sambandi um Vestmannasund. Notatið verður eisini sent Føroya Løgtingi.
<sum$?$end$!$1998 Okt.: Eykajáttanarlóg gevur landsstðrismanninum heimild at stovna partafelag, hvørs endamál skal vera at gera fast samband um Vestmannasund.
<sum$?$end$!$2000: Við løgtingslóg frá 8. februar 2000 um fast samband um Vest-mannasund samtykkir Løgtingið, at farast skal undir verkætlanina, og fyrsta skot verður sprongt í 28. september 2000.
<sum$?$end$!$10. januar í ár varð so skotið ígjøgnum.
<sum$?$end$!$10. des. 2002: Fasta sambandið verður tikið í nýtslu.

Politiskt varð gjørt av at lata P/F standa fyri verkætlanini, og at rakstrarkostnaðurin og partur av íløgukostnaðinum skuldi fíggjast við bummgjaldi. Hesin hátturin at fremja verkætlanir er nýggjur í Føroyum, men er royndur við góðum úrsliti í grannalondunum.

Eg haldi, at tað hevur víst seg, at partafelagsformurin hevur virkað væl í hesari verkætlanini, ikki minst tá hugsað verður um fíggjarligu støðuna, tá avgjørt varð at fara undir verkætlanina.

Eg eri sannførdur um, at hevði partafelagsformurin ikki verið nýttur, hevði verið ivasamt, um farið varð undir verkætlanina tá. Undir øllum umstøðum høvdu vit ikki staðið her í dag, tí ikki var rúm fyri at játta meira enn 20 mió kr. árliga til verkætlanina fyrstu árini.

Eg fari vegna landsstýrið at takka einum samdum løgtingi fyri at árligu játtanin til partafelagið. Uttan hesa vælvild og stabilitet í løgtingsvið-gerðini, so vóru møguleikarnir hjá P/F avmarkaðir, tá um fígging og útbjóðing ráddi og harvið verkætlanini allari.

Eg vil eisini nýta høvi at takka nevndini í P/F, Klæmint Weihe, form., Bergur í Garði, Oyvindur Brimnes, Jens Kári Vilhelm og Heri Hammer, fyri eitt dygdararbeiði. Tit hava í verki víst, at til ber at loysa uppgávur av hesum slagi í okk-ara fámenta landi. At tilber at fremja verkætlan á ótradionellan og skila-góð-an hátt. Eisini eina tøkk til stjóran í felagnum, Dávur Reinert Hansen og hansara starvs-fólkum.

Eisini vil eg takka Landsverkfrøðingsstovninum, sum hevur verið við til at fyrireika og góðkenna verkætlanina, og hevur havt tunnilseftirlitið um hendi.

Eisini skulu entreprenørur og undirentrepenørar og ráðgevarar hava tøkk fyri væla-arbeiði. Arbeiði, sum er liðugt meira enn hálvt ár áðrenn upprunaliga mett. Men einki arbeiði verður framt uttan verkamannin, handverkaran, sjaførar, arbeiðsformenn og hjálparfólk annars. Henda verkætlan, henda tunellin, er í síðsta enda tykkara verk. Uttan tykkara arbeiðs- og dugnasemi var einki at hátíðarhalda. Tí skal eg vegna landsstýrið eisini veita tykkum eina hjartans tøkk.

Eisini fari eg at takka Brunaumsjónini, Kommunurnar í Kvívík og Sandavági og annars eisini vágafólkum og øllum øðrum, eingin nevndur eingin gloymdur, fyri góðan stuðul.

Vit standa í dag við eitt vegamót, har vit siga farvæl við gomlu sjóvegis farleiðini um sundið, og bjóða nýggju farleiðini vælkomnari.

Eg rokni tó við, at vágafólk taka undir við mær, tá eg fari at senda eina serstaka tøkk til manningarnar umborð á teimum skipum, sum hava røkt farleiðina um Vestmannasund.

Tíðliga í farnu øld brutu menn úr nýggjum og sóu møguleikar í reglu-ligum sjóvegis sambandi um sundið. Sum vit sóu í SvF, so vóru tað familjan hjá Sam og Alfredi Olsen, sum trúliga í mansaldrar røktu leiðina. Hetta varð gjørt við nærlagni. Tíverri eisini við persónligum kostnaði. Vit eiga øll at takka hesi familju fyri teirra lut í samferðsluni um Vest-manna-sund. Síðani SL yvirtók leiðina, hevur familjan eisini starvast á strandfara-skipunum, so tað er óivað við farra av sorgblídni, nú leiðin verður niðurløgd, at tey hjá Alfredi Olsen mugu troyta aðrar virkisleiðir

Tey, sum annars hava starvast umborð á SL-skipunum, hava verið ótroyttilig, og havi eg sum landsstýrismaður bara hoyrt gott um tykkara innsats, bæði tíðliga sum seint.
Tit kunnu vera vís í, at orsøkin til, at man er farin undir hesa verkætlan er ikki ónøgd við tykkara arbeiðið, tvørturímóti.

Nýggj tøkni verður framhaldandi ment, sum fremur broytingar. Eisini á tunnilsøkinum. Tykkara innsatsur um sundið verður seint gloymdur.

Lýta vit frameftir, eri eg ikki í iva um, at tunnilin verður ein stórur fyrimunur fyri fólkið í landinum, ikki minst fyri vágafólk.

Tunnilin fer at skapa møguleikar og fleksibilitet. Vinnulív og borgarar hvør í sínum lagi kunnu leggja sína egnu ferða-viðurskifti til rættis.

Ein avbjóðing fyri vinnulívið í Vágum, bæði tí vinnan í størri mun enn áður kann bjóða seg fram á restini av meginøkinum, og tí vinnan má vænta at fáa størri kapping.

Hetta er ein søguligur dagur. Landi og fólki at frama.

Lat okkum taka móti møguleikunum og avbjóðingunum við opnum sinni.