Hava róð kapp ólvasøkuaftan í 100 ár

Kappróðurin á ólavsøku í ár er merkisverdur á tann hátt, at tað eru 100 ár síðani, at tað fyrstu ferð var róð ólavsøkuaftan

Í fjør var tað ein øld síðani, at tað varð farið undir skipaðan kappróður á ólavsøku. Tá var einki kappróðrarfelag, tí Havnar Róðrarfelag, sum er elsta kappróðrarfelagið í landinum, varð stovnað í 1932.

 

Svabo skrivar í sínum frágreiðingum frá ferð í Føroyum í 1781-1782 um kappingar og eisini kappróður, og Rasmus Effersø og donsku embætismenninir skipaðu fyri ólavsøkukappróðri í 1887, og viðhvørt var kappróður tey næstu árini.

 

Niels Juel Arge sáli greiðir væl frá umstøðunum, sum vóru fyri einari øld síðani, tá ið teir stríddust við at fáa kappróðurin at rigga. Føroyska samfelagið tá kann á ongan hátt sammetast við tað, sum er nú, og soleiðis var tað eisini við kappróðrinum. Fyrsti Havnarbáturin frá 1926 var fyrsti bátur, ið var smíðaður við kappróðri í huga.

 

Kappróðurin á ólavsøku í ár er merkisverdur á tann hátt, at tað eru 100 ár síðani, at tað fyrstu ferð var róð ólavsøkuaftan. Niels Juel sigur, at í 1925 halda tey tað vera so trongt á ólavsøku, at tey rógva kapp ólavsøkuaftan, og so hevur verið gjørt á hvørjum ári síðani.

 

Tað varð róð av Gulanum (innanfyri Glyvursnes) inn á Vestaruvág, og Tingakrossur skrivaði eftir ólavsøku:

 

Tað var ein stolt og føgur sjón á motorbáti at eygleiða hesar bátar, so hvørt sum teir byrjaðu úti við Glyvursnes, og til tess teir lógu inni á Vestaruvág. Tann prúða manningin, tey smidligu førini, hin vakri róðurin – eitt samfelt dømi um føroyskan dugnaskap á sjónum, skrivaði Tingakrossur.

 

Veðrið var av tí besta, og so nógv var fólkið, at Tingakrossur heldur fyri, at ongnantíð áður hevur verið meira fólk í høvuðsstaðnum fyrr. Nú dámar eisini fólki betur, tí nú hevur ólavsøkan fingið meiri innihald við kappróðrinum, sigur Tingakrossur, sum heldur fram:

 

Hesa ferð hava menn úti á bygd tikið undir. Her koma tveir seksæringar. Gøtu Tróndur hjá norðragøtumonnum og Drekin hjá klaksvíkingum. Hetta var veldugt, og spenningurin var í toppi. 10-mannaførini vóru ikki færri enn fýra og 8-mannaførini tvey. 6-mannaførini vóru eisini tvey. Slík kapping hevði ikki fyrr verið á ólavsøku.

 

Kvinnurnar róðu ikki kapp á ólavsøku í 1925. Tær vóru fyrstu ferð við í 1918, tá ið Andrea Árting gekk undan, og fýra bátar við kvinnumanning – ein úr Nólsoy og tríggjar úr Havn – kappaðust. Kvinnurnar vóru aftur í 1927, og síðani hava kvinnur verið við í øllum ólavsøkukappróðrunum.

 

 

 

Danski uttanríkisráðharrin skundaði undir

 

Inntil í 1924 var tað ikki sjálvsagt, at kappróður var á ólavsøku. Undan ólavsøku í 1924 var tað ivasamt, hvussu tað fór at verða við kappróðrinum. Tá var tað, at danski uttanríkisráðharrin skundaði undir, og síðani hevur kappróðurin átt sín lut í ólavsøkuskránni.

 

Niels Juel Arge greiðir soleiðis frá:

 

Einki hendi fyrrenn dygst fyri ólavsøku. Tað var nemliga hent tað, at nýggj lóg var gjørd fyri løgtingið. Síðani 1852 høvdu amtmaðurin og prósturin verið sjálvsagdir løgtingslimir og amtmaðurin harumframt løgtingsformaður, men við nýggju lógini høvdu amtmaðurin og prósturin mist sessir sínar og løgtingið skuldi sjálvt velja sín formann. Henda stórhending kundi jú ikki bara fara aftur við borðinum.

 

Tí sendi danska stjórnin uttanríkisráðharran til Føroya at halda talu á tingi ólavsøkudag. Umframt Moltke greiva, ið sat í uttanríkisráðharrasessinum, komu eisini embætismenn higar við stórum skipafylgi. Herskipið Heimdal sigldi á odda og í halanum á tí komu tríggir kavbátar. Greivin og greivinnan komu til Føroya við ferðamannaskipinum Mercur.

 

Skipað varð fyri fótbóltsdysti á ólavsøku millum danskar marinumenn og HB, og til hendan dystin læt Moltke eitt stey. Hann hoyrdi um, at tað gekst so illa at fáa menn at rógva kapp og setti tí eitt steyp at kappast um. Havnarmenn høvdu hug at royna seg í 10-mannafarinum Politistinum, men ólavsøkuaftan var liðin langt út á kvøldið og eingin var at rógva ímóti. Men ólavsøkudag mannaðu nólsoyingar, vestanmenn og havnarmenn tíggjumannafarið Nólsingin. Nólsingur vann.

 

Greivin handaði sjálvur nólsoyingum steypið at hava í varðveitslu til næstu ólavsøku. Hetta varð gjørt við kaffiborð á pensiónatinum, sum tá var í skansapakkihúsinum í Tinganesi, greiðir Niels Juel Arge frá.

 

Tað ber til at lesa meiri um ólavsøkukappróður í bókini DREKIN – ein róðrarsøga, sum Niels Juel eftir áheitan frá Havnar Róðrarfelag skrivaði í 1982, tá ið tað vóru 50 ár, síðani felagið var stovnað.