Glæsilig ítróttar- og hondbóltssøga var skrivað í høllini á Hálsi í Havn í kvøld.
Tá 47 minuttir vóru leiktir av dystinum í SMS-deildini millum Kyndil og VÍF skoraði Turið Arge Samuelsen ellinta málið hjá sær í kvøldsins dysti.
Hetta var eitt søguligt mál av dimensjónum. Talan var um mál nummar 2.000 hjá Turið í bestu hondbóltsdeildini. Tá eru mál í steypakappingini, mál í stórsteypadystum, evropeiskum dystum og á landsliðnum ikki tald við.
Kyndil vann dystin 38-26, og tær eru longu klárar til FM-hálvfinalurnar. Í steðginum var Kyndil á odda 18-13.
Turið var við sínum 11 málum í kvøld enn einaferð toppskjútti hjá Kyndli. Fríða Nolsøe Olsen var við sjey málum toppskjútti hjá VÍF.
In.fo ynskir Turið hjartaliga tillukku við teimum søguligu 2.000 málunum í bestu deildini.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Kyndil og VÍF, umframt støðuna í deildini:
##med2##
##med3##













